Champions League: GOG-RK Zagreb beinleiðis á TV3 Max

Óli Mittún og liðfelagarnir spæla um at røkka fjórða plássinum í bólki B

Klokkan 17.45 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG seinasta dystin í innleiðandi bólki B í Champions League. 

 

GOG, ið er nummar fimm í bólkinum spælir um at røkka fjórða plássinum, og harvið einum betri lutakasti til Play Off dystirnar.

 

Um GOG á heimavølli í Svendborg Arena vinnur á kroatiska liðnum, RK Zagreb, og PSG samstundis ikki fær fulla úrtøku móti oddaliðnum og verandi meistarunum, SC Magdeburg, so endar GOG á fjórða plássinum. So tað er nógv hjá Óla og liðfeløgunum at spæla um í kvøld. 

 

GOG hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum undan dystinum móti RK Zagreb.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin á TV3 Max, ella á stroymingini hjá Viaplay.