Okkara pensjonistar skulu ikki verða mótroknaðir í arbeiðsinntøku, um so er at hesir velja at arbeiða eftir at hava nátt sín pensjónsaldur.
Ein stórur partur av okkara pensjonistum, yvir 30%, eru í dag somikið væl fyri, at tey velja at arbeiða eftir at tey hava nátt pensjónsaldur.
Í Føroyum eru okkara eldru eisini væl meira røsk at arbeiða, samanborið við onnur norðanlond, har bert 10-15% starvast eftir pensiónsaldur.
Í eitt nú Danmark er ongin mótrokning í pensjónini av eyka lønarinntøku.
Í Føroyum, har alt samfelagið í dag rópar eftir arbeiðsmegi, hevur løgtingið valt at halda fast í mótrokning hjá okkara pensjonistum, sum velja at arbeiða eftir pensiónsaldur.
Mótrokningin ger, at fleiri pensjonistar ikki tíma at taka eyka fleiri vaktir, vilja arbeiða fleiri tímar ella at arbeiða niðursetta tíð, tá ið úrslitið er, at tey síggja at pensjónin verður mótroknað, og minni harvið liggur eftir aftaná skatt.
Hetta er hvørki rætt ella rímuligt, og má broytast skjótast gjørligt.
Vit í Fólkaflokkinum ganga inn fyri at hækka munandi um markið á mótrokningini. Persónliga hevði eg ynskt, at vit gjørdu sum í Danmark og strikaðu alla mótrokning av fólkapensjónini.
Tá ein pensjonistur hevur starvast í samfelagnum í 40-50 ár, hevur hesin rinda munandi upphæddir í felagskassan í skatti og avgjøldum hesi árini. Tí skal mótrokningin strikast ella hækkast munandi.
Vit eiga heldur at geva okkara pensjonistum fult frælsi at vinna eyka lønarinntøkur, uttan at hetta verður mótroknað í pensiónini sum í dag.
Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkin við hesum til løgtingsvalið 26. mars.
Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið
Fólkaflokkurin












