VIDEO: Síggj málið hjá Bjartalíð og uppleggið hjá Brandi

Frederikstad vann stórsigur 4-1 á Kristiansund á heimavølli. Jóannes Bjartalíð skoraði fyrsta málið og Brandur H. Olsen legði upp til fjórða málið.

Jóannes Bjartalíð var við frá dystarbyrjarn og spældi 81 minuttir, og Brandur H. Olsen spældi allan seinnan hálvleik, tá Fredrikstad vann stórsigur 4-1 á Kristiansund fyrr í dag.

 

Dysturin var ikki meir enn byrjaður fyrrenn dómarin dømdi brotsspark til Fredrikstad. Jóannes nýtti høvið at skjóta sítt fjórða mál fyri Fredrikstad hetta kappingarárið.

 

HER  ber til at síggja málið hjá Jóannesi Bjartalíð.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Kristiansund til 1-1. 

 

Í seinna hálvleiki gekk framúr væl hjá Fredrikstad. Oscar Aga legði heimaliðið á odda í 55. minutti, og seks minuttir seinni økti Sondre Sørløkk til 3-1. Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Henrik K. Johansen sigurin aftaná gott forarbeiðið hjá Brandi H. Olsen.

 

HER  ber til at síggja málið Brandur H. Olsen hegnisliga legði upp til.