Adrian Justinussen, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Hillerød spældu í kvøld dyst á útivølli móti HB Køge í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað gekk framúr væl hjá Hillerød sum vann stórsigur 4-0.
Í fimta minutti sendi Adrian eitt gott skot frá 18 metra fjarstøðu framvið málverjanum hjá HB Køge. Stutt undan steðginum legði Adrian eina góða sending inn til Pingel, ið staddur í brotsteiginum stútaði bóltin í netið til 2-0.
HER ber til at síggja málini.
Adrian hevur skotið fýra mál í trimum dystum, og Pingel hevur skotið 11 mál hetta kappingarárið.
Mads Julo økti til 3-0 tá 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Og í 82 minutti økti Marco Bruhn til 4-0.
Hillerød er nummar sjey í deildini við 30 stigum