Tað hevur verið ein ótrúlig kapping tær seinastu 10 ferðirnar millum Cristiano Ronaldo og Lionel Messi, og nú er javnleikur 5-5, tá tað kemur til at vinna Ballon D´or - Gullbóltin.
Soleiðis eru vinnaraárini býtt ímillum Ronaldo og Messi, tá tað kemur til at vinna Ballon D´or:
2008: Ronaldo
2009: Messi
2010: Messi
2011: Messi
2012: Messi
2013: Ronaldo
2014: Ronaldo
2015: Messi
2016: Ronaldo
2017: Ronaldo
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna tá Cristiano Ronaldo var heiðraður í París í Fraklandi fyrr í kvøld.
David Ginola gjørdi eina samrøðu á enskum við Cristiano Ronaldo, sum segði, at hann vónaði at kunna spæla á hægsta støði nøkur ár aftrat. Um kappingini við Lionel Messi í framtíðini segði Cristiano Ronaldo: - Lat okkum síggja hvør verður best í framtíðini.
Sonurin, Cristiano yngri og mamman komu eisini upp á pallin tá Ronaldo var heiðraður í kvøld.
Teir 10 spælararnir, sum vóru nomineraðir til Ballon D´or í ár vóru hesir:
1: Cristiano Ronaldo
2: Lionel Messi
3. Neymar
4: Gianluigi Buffon
5: Luka Modric
6: Sergio Ramos
7: Kylian Mbappé
8: N'Golo Kanté
9: Robert Lewandowski
10: Harry Kane










