VIDEO: Hibernian-venjarin fegnast um 12 skotin mál

(Video) Neil Lennon er ikki nøgdur við fyrra hálvleik ímóti NSÍ á Svangaskarði, men samlað nøgdur við avrikið

Í Skotlandi stuttleikar onkur sær við, at mótstøðuliðið hjá NSÍ, Hibernian vann tennisdystin ímóti NSÍ við 6-1 og 6-4, og summir skotskir miðlar geva ilt av sær um fyrra hálvleik á Svangaskarði tá støðan var javnleikur 3-3.

 

Í samrøðu við YouTube rásina hjá Hibernian sigur Neil Lennon, høvuðsvenjari, at hann er ikki nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki á Svangaskarði, har fleiri spælarar tyktust at verða rustaðir tá talan er um ein dyst sum verður leiktur áðrenn kappingin í Skotlandi byrjar. Neil Lennon tekur tó einki frá avrikinum hjá NSÍ í fyrra hálvleiki.

 

Men Neil Lennon slær fast, at tá liðið skorar 12 mál í tveimum dystum, so kann hann ikki verða annað enn nøgdur við samlaða avrikið hjá Hibernian ímóti NSÍ.

 

Neil Lennon greiðir frá, at hann hevði eisini valt at givið onkrum spælarum møguleikan á Svangaskarði ígjár, ið ikki byrjaðu inni fyrra dystin ímóti NSÍ.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr samrøðuna við Neil Lennon, ið var gjørd í mjørkanum á Svangaskarði aftaná NSÍ hevði tapt 4-6 ímóti Hibernian.