Hákun West av Teigum fekk sína debut í heimsins bestu hondbóltsligu, týsku bundesliguni mánakvøldið.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu á útivølli móti Leipzig.
Füchse Berlin vann 31-29 aftaná ein javnan dyst. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 15-13.
Hákun leikti seinna hálvleik, men hann fekk ikki nógv at arbeiða við úti á høgra veingi. Hann bleiv noteraður fyri eina málroynd, ið tíverri ikki sat í netinum.
Komandi fríggjakvøld spælir Füchse Berlin móti Stuttgart á útivølli.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá debutdystinum hjá Hákuni West av Teigum í týsku bundesliguni: https://youtu.be/zs2i9WyixnE?si=sYPK5kWsWMXoq1Gb