TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá EM-hálvfinaluni millum Frakland og Niðurlond.
Vertsttjóðin, Frakland vann 27-21 aftaná at hava verið á odda 12-11 í steðginum.
Frakland spælir finalu ímóti Russlandi sunnudagin klokkan 16.30. Liðini møttust eisini í setanardystinum, og tá vann Russland 26-23 (11-11).
Niðurlond og Rumenia spæla bronsudyst klokkan 13 sunnudagin.
Finalan og bronsufinalan verða vístar á donsku rásini, TV2.