Aftaná sjey teir fyrstu dystirnar í bestu svensku fótbóltsdeildini, allsvenskuni er liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm framvegis ósigrað.
Aftur í dag tryggjaði AIK sær stig móti dystarenda.
AIK hevði sera torføran útidyst og grannauppgerð móti lokala arvafíggindanum, Djurgården frammanfyri 26.246 áskoðarum á 3Arena leikvøllinum í Stokkhólmi.
Í 26. minutti legði Djurgården seg á odda við einum brotssparki, har leikararnir hjá AIK ikki vóru samdir um, at talan var um brotsspark.
Leingi var Djurgården á sigurskós, men tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini spældi John Guidetti hegnisliga bóltin til Anton Jonsson Saletros, ið staddur við brotsteigarmarkið meddaði bóltin í netið til 1-1, og so fekk AIK enn einaferð úrtøku móti dystarenda.
AIK er fremst í deildini við 17 stigum fyri sjey dystir.
Komandi sunnudag klokkan 13 verður oddauppgerð. Tá tekur AIK móti Mjällby, ið er næstfremst í deildini við 14 stigum. Mjällby kann við heimasigri á IFK Göteborg koma upp á 17 stig fyri sjey dystir.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Djurgården-AIK Stockholm 1-1 (1-0):
##med2##