Seinastu umførini hevur verið heldur soltið við spælitíð til føroyska landsliðsleikaran, Hanus Sørensen í NK Celje í bestu slovensku fótbóltsdeildini. Men í dag bragdaði munandi.
Hanus kom á vøllin í 57. minutti, tá Celje á útivølli vann stórsigur 5-0 á Primorje. Longu í steðginum var Celje frammanfyri 4-0. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Celje til 5-0.
Celje er í harðari kapprenning við Koper um triðja plássið í deildini, sum gevur rætt til at spæla dystir í undankappingini í Conference League.
Celje hevur 56 stig á fjórða plássinum. Koper spælir í løtuni móti Domzale á heimavølli. Vinnur Koper tann dystin eru teir trý stig frammanfyri Celje.
Komandi leygardag klokkan 16.30 tekur Celje móti júst Koper á heimavølli.