Á Tonik verður spennandi orðaskifti, ið fer at snúgva seg um framtíðar íverksetarar og íløgur, við serligum atliti til kvinnuligar íverksetarar, og hvussu vit kunnu menna eitt meiri fjølbroytt og vælvirkandi íverksetaraumhvørvi.
Vertur fyri orðaskifti verður Jenni Chance, Chief of Staff í PricewaterhouseCoopers, og luttakarar í orðaskiftinum verða Heini Zachariassen, stovnari av Vivino, og Louise Herping Ellegaard, stovnari av Clio, og ein av leyvunum í vælumtóktu sendingini “Løvens Hule” á DR1. Tey bæði fara at deila persónligar søgur og koma við ítøkiligum ráðum til íverksetarar - og fara eisini at greiða frá, hvat íleggjarar serliga hyggja eftir.
Heitið á orðaskiftinum er “Backing Boldness – What It Takes to Build (and Bet On) the Next Generation of Founders” og verður á Føroya Tele pallinum í Silo kl 12:00 fríggjadagin 9. mai.
Sí skránna til Tonik her: www.tonik.fo/schedule
Skráin verður leypandi dagførd komandi dagarnar.
Áhugin fyri TONIK er sera stórur, bæði í Føroyum og uttanlands. Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka og væntandi verða um 700 fólk, sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.
Hetta er triðja árið at skipað verður fyri stórslignu og festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025. Ráðstevnan verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum næsta fríggjadag 9. Mai. Les meira á www.tonik.fo
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##