Norska kvinnulandsliðið hevur vunnið bæði olympiskt gull, HM-gull og EM-gull á tveimum sinnum. Norska kvinnulandsliðið hevur tikið lut í 25 endaspølum.
Tí var tað eingin sum væntaði, at føroyska U17 kvinnulandsliðið fór at fáa stig móti Noregi á Tórsvølli. Men vónin var eitt heiðurligt avrik. Í seinna hálvleiki var talan um heiðurligt avrik, men tað ber ikki til at siga um fyrra hálvleik.
Norsku U17-kvinnurnar vístu onga náði í fyrra hálvleiki. Tá liðini fóru inn til steðgin var Noreg á odda 8-0. Tað bleiv lukkutíð munandi frægari í seinna hálvleiki, tá norska liðið skoraði tvey mál. Noreg vann sostatt 10-0
Talan var um søguligan dyst, nevnliga fyrsta dystin hjá einum føroyskum fótbóltslandsliði í einum endaspæli á heimavølli í Føroyum.
Í 2019 tapti føroyska A-landsliðið hjá kvinnum 0-13 fyri Noregi á Tórsvølli.
Í sama bólki vunnu Niðurlond fyrr í dag 4-1 (3-1) á Eysturríki á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Tann dysturin er eisini søguligur. Tí talan er um fyrsta dystin í einum endaspæli fyri fótbóltslandslið, ið er leiktur í Føroyum.
Føroysku U17-kvinnurnar spæla annan dystin í bólki A í Klaksvík mikudagin klokkan 15. Sama kvøld klokkan 18 spæla Noreg og Niðurlond á Tórsvølli.