21 ára gamla Rebekka Ziska Dahl er millum heimsins bestu íðkarar í jiu-jitsu, sum er kampsportur. Rebekka, sum býr í Vanløse í Danmark, hevur danska mammu og føroyskan pápa. Hon umboðar Danmark í altjóða kappingum.
Rebekka Ziska Dahl hevur vunnið kappingar í Danmark og uttanlands – og fyrr í ár vann hon gull í vektflokkinum 55 kilo í World Games í Póllandi. World Games er stór altjóða kapping fyri ítróttargreinar, sum ikki eru við í Olympisku Leikunum.
Áður hevur Rebekka vunnið HM fyri U18 og U21, og nú skal hon luttaka í senior-HM í jui-jitsu, sum verður hildið í Kolumbia. Kappingin byrjar leygardagin.
Omanfyri ber til at síggja samrøðu við Rebekku Ziska Dahl.