VIDEO: Banamennirnir hjá KÍ vunnu seg í ECL bólkaspælið

(Video) FC Ballkani, ið vann á KÍ við minsta marginali vann báðar Play Off dystirnar móti Skhupi

Tepra tapið hjá KÍ fyri FC Ballkani á Tórsvølli aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping fyri fjúrtan døgum síðani man í kvøld kennast eyka tungt.

 

FC Ballkani gjørdi ikki mætari í Play Off umfarinum undan Europa Conference League bólkaspælinum enn at vinna báðar dystirnar á Skhupi úr Norðurmakedonia.

 

Farna hóskvøld vann FC Ballkani 2-1 á Shkupi á útivølli, og í kvøld vann FC Ballkani 1-0 á heimavølli, og harvið ein samlaðan 3-1 sigur. 

 

Meriton Korenica skoraði sigursmálið hjá FC Ballkani í 69. minutti. 

 

FC Ballkani fær sostatt møguleikan at spæla bólkaspæl í Europa Conference League, har teir eru tryggjaðir minst seks dystir. 

 

HER sæst feiringin aftaná sigursmálið og sigursmálið sjálvt frammanfyri einum fullsettum leikvølli hjá FC Ballkani. Gleðin er ikki til at taka feil av: 

 

##med2##