Tónleikatiltakið “við Brúnna” er gott og væl hálvrunnið longu. Hóast veðrið ikki er av tí besta, so er fitt av fólki og vitja.
Seinastu tveir tímarnar hava tað verið tónleikarar úr økinum, ið hava verið á palli, og tað letur til, at fólki úr Sundalagnum dámar væl síni egnu. Nógv fólk var og lurtaði eftir Butterflies, Ester Kristiansen, Marna Kruse og Av og á. Tó skal sigast, at miðalaldurin framman fyri pallin hækkaði nakað, tá 25 ára gamli bólkurin Av og á, trein á pallin, fyri fyrstu ferð í gott og væl tjúgu ár.
Við síðunar av tónleikinum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. Føroyameistararnir úr KÍF hava verið á vøllinum við skúlan og bjóðað børnunum av í hondbólti, eins og nakrar rógvimaskinur eru settar upp, sum tann, ið væl, kann royna kreftir ímóti.
Enn er kvøldið ungt og nógvur tónleikur er fyri framman. Rás 2 sendir eisini frá tiltakinum.