Viborg vann stórsigur á útivølli

Jana Mittún og liðfelagarnir eru fjórðfremst

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti botnliðnum, Bjerringbro.

 

Viborg vann stórsigur 38-29. Í steðginum vóru Jana og liðfelagarnir á odda 20-16.

 

Jana skoraði fýra mál upp á seks málroyndir, og hon legði eisini upp til fýra mál (assist).

 

Viborg er fjórðfremst í deildini við 24 stigum.

 

Sunnudagin klokkan 13 spælir Viborg dyst á útivølli í bólki D í EHF European League móti pólska liðnum, Zaglibie. Um Viborg fær stig í hesum dystinum hava tær vunnið seg í fjórðingsfinalurnar. 

 

Horsens uttan Mariu P. Nólsoy tapti í kvøld á heimavølli 34-35 (16-17) fyri Nykøbing-Falster. Útiliðið skoraði sigursmálið í seinasta sekundinum av dystinum.

 

Horsens er nummar 10 í deildini við 10 stigum.