Eitt løgregluátak er í gongd í Malmø í Svøríki í kvøld eftir skottilburðir í einum íbúðarøki í Jägarsro.
Svenska løgreglan skrivaði á sínum netsíðum klokkan 20.39, lokala tíð, at løgregla og sjúkrabilar vóru á veg á staðið.
Sambært løgregluni klokkan 22.21 verður málið kannað sum drápsroynd.
Svenska Aftonbladet veit at siga, at fýra fólk eru skotin, men sambært upplýsingum hjá TV4 er talan um trý fólk, sum eru rakt av skotum.
Ein persónur er álvarsliga særdur, og hini bæði eru við vit. Seinni í kvøld hevur svenska løgreglan upplýst, at tvey fólk eru flutt á sjúkrahús.
Sambært svenskum myndugleikum eru vegaforðingar settar upp á leiðini, har skottilburðirnir fóru fram, og økið verður kannað.
Bæði Aftonbladet og TV4 vistu seint í kvøld at siga, at ein persónur er handtikin í einum hýruvogni, men fyribils er ógreitt, um hetta er brotsmaðurin.










