Sámal Petur í Grund
Formaður í Sjálvstýri
Í øllum siviliseraðum samfeløgum eru fakfelagsrørslur ein týðandi partur av samfelagnum, eins væl og ein skipaður politiskur myndugleiki eisini er tað.
Vit hava sæð dømi um, hvussu fakfelagsrørslur hava havt beinleiðis ávirkan á, hvussu landið er skipað. Fakfeløgini eru skipað fyri, at bólkanir, tey umboða, hava styrki til at verja sínar limir, tá tað er neyðugt. Ja, tað eru enntá fakfelagsumboð á arbeiðsplássum, soleiðis at fylgt verður við, at alt gongur sum tað skal.
Samráðingar við minniluta – ein trupulleiki fyri allan arbeiðsmarknaðin
Um daganir hava vit upplivað, at landsins myndugleiki hevur fundast við fakfeløg, umboðandi ein minniluta av fakfelagsrørsluni, og hevur sett ein karm um framtíðar lønarlag.
Mín fyrsti tanki var, at hatta man vera ein feilur?
Men soleiðis sær landsstýrisfólkið í fíggjarmálum tað ikki. Hon heldur fast við, at tað verður sum avtalað við tey fakfeløg, sum møttu upp til samráðingar.
Eitt arbeiðslag, sum setir bólkar uppímóti hvørjum øðrum
Eg haldi, at henda samgongan hevur eitt ódámligt arbeiðslag. Vit hava sæð tað fyrr í hesum samgonguskeiðnum, har lóggáva viðvíkjandi ferðavinnu og landbrúki bleiv viðgjørd, har aktøranir á landbrúkssíðuni totalt blivu kveistraðir til viks.
Sjálvstýri: Virðing fyri øllum fólkinum.
Sjálvstýri vil til eina og hvørja tíð virða alt fólkið og ikki seta bólkar uppímóti øðrum bólkum, har tað er totalt óneyðugt og beinleiðis klossut.
Sjálvstýri vil tí harðliga átala arbeiðslagið, sum landsstýrið her leggur á blik.










