Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.
Í Svendborg Arena tóku Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG móti Teis Horn Rasmussen og liðfeløgunum í Ribe-Esbjerg.
GOG hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum, men tað eydnaðist Teis og liðfeløgunum at knógva ein flottan 30-30 javnleik á einum torførum útivølli. Í steðginum var GOG á odda 14-13.
Óli skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist), og hann vann liðnum trý brotskøst. Teis var effektivur í kvøld. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið.
GOG er triðfremst í deildini við 25 stigum. Ribe-Esbjerg er næstaftast í deildini við 14 stigum. Men teir hava bert trý stig upp til Ringsted, ið er á gylta áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus mistu javnleikin í seinasta sekundinum av dystinum á heimavølli móti Bjerringbro/Silkeborg. Í steðginum var Bjerringbro/Silkeborg á odda 15-11.
Jóhan skoraði seks mál upp á níggju mál.
Skanderborg-Aarhus er næstfremst í deildini við 26 stigum. Aalborg er langt fremst við 40 stigum fyri 20 dystir.











