Her gjørdi hon greitt, at hon var í rættarsalinum hóast hon ikki vildi.
– Seinastu mánaðirnar havi eg tikið stóra frástøðu frá hesum málinum. Eg havi so lítlan hug at vera her, segði hon sambært norsku tíðindastovuni NTB.
Kvinnan, sum í fjølmiðlunum verður lýst sum Lofoten-kvinnan, segði eisini, at stóra fjølmiðlaumrøðan kring málið er so trupul.










