– Sum støðan er beint nú, so eru eingi tekin um at fílast at skipara ella manning, tí sum skilst er talan um ein mekaniskan feil, sum gjørdi, at skiparin ikki fekk manererað við skipinum, sum hann skuldi, tá hann kom inn um molan.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Hann sigur, at skipið sigldi spakuliga, so tað var ikki nakar stórur brestur. Skiparin kundi helst havt bakkað skipið avaftur, men hann valdi ikki at taka nøkur óráð fyri og heldur at lata vera og senda boð eftir Mest at hála skipið avaftur.
Løgreglan ger ikki meira við málið, men skipaeftirlitið er kunnað.
Eingin skaði kom á skipið, sigur vaktleiðarin.
Í gjár var eitt ferðsluóhapp á Norðurrás í Havn, har tveir bilar stoyttu saman. Talan var ikki um nógva ferð, men annar bilurin endaði á liðini, og fólk fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Annar bilførarin er skuldsettur í málinum.











