Samráðingarnar snúðu seg um at áseta eina heildarkvotu fyri fiskiskapin hjá øllum 5 strandalondunum, býtið av heildarkvotuni millum londini, umframt sínámillum avtalur millum einstøk strandalond um atgongd at kunna fiska í heimasjógvi hjá hvørjum øðrum.
Partarnir samdust um at áseta heildarkvotuna til 1.250.000 tons. Samanborið við 1999 er hetta ein niðurskurður upp á 50.000 tons. Býtið av heildarkvotuni varð gjørt eftir sama býtislykili, sum hevur verið nyttur árini framman undan. Býtið millum londini var:
ES104.800 tons
Føroyar68.270 tons
Ísland194.230 tons
Noreg712.500 tons
Russland170.200 tons
Føroyska kvotan í 1999 er 71.000 tons
Sum grundgeving fyri at skerja heildarkvotuna varð lagt, at tað lívfrøðiliga ikki er haldgott grundarlag fyri áhaldandi at kunna fiska eins nógv, sum gjørt hevur verið árini frammanundan. Fiskifrøðiliga ráðgevingin mælir til, at tað ikki verða fiskað meir enn 1 mill. tons árligs komandi árini. Á henda hátt verður betur trygd fyri, at líkinda góðir árgangir kunna koma undan einstøk át upp ímillum.
Tað vóru serliga Noreg og Ísland, sum vildu hava størri niðurskurð, meðan serliga Russland og eisini ES vildu halda fast við verandi heildarkvotu. Føroyar vístu á, at vit vilja ganga inn fyri størri skerjing í fiskiskapinum til tess at betra um útlitini fyri tilgongdini til sildastovnin, men gjørdu samstundis vart við, at hetta fer at gera føroysku kvotuna so lítla, at fortreytirnar fyri upprunaliga kvotabýtinum verða burtur. Hetta sjónarmið hava Føroyar lagt fram eisini árini frammanundan.
Partarnir kundu ikki semjast um at fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini hesaferð, men bundu seg tó til, at í 2001 skal veiðutrýsti ikki fara upp um 0,125. Mest sannlíkt fer hetta at føra til eina størri skerjing í veiðuni tá. Verandi mark er 0,15. Fer gýtingstovnurin niður um 5 mill. tons, skal veiðutrýstið skerjast enn meir. Partarnir samdust um, at fer gýtingastovnurin niður um 2,5 mill. tons, skal allur fiskiskapur eftir norðurhavssild steðga.
Partarnir løgdu dent á, at hetta er ein týðandi avgerð, sum er tikin. Hon staðfestir, at partarnir hava átikið sær eina skyldu, har fyrisitingin av sildastovninum verður nærri tengd at tí fiskifrøðiligu ráðgevingini komandi árini. Tað kom fram, at hetta er fyrstu ferð, at strandalond hava álagt sær sjálvum slíkar heingingar innan fyri karmin av fyrivarnisregluni fyri fiskiskap.
Ein týðandi partur í samráðingunum eru tær sínaámillum avtalurnar. Føroyar kunna í 2000 eins og árini framman undan fiska alla sína kvotu í íslendskum sjógvi. Í norskum sjógvi íroknað Jan Mayen øki kunnu føroysk skip fiska 30.800 tons. Eisini aðrar sínámillum avtalur vórðu gjørdar eins og árini framman undan. Ongar munandi broytingar vórðu í teimum sínámillum avtalum.
Tilsamans um 50 fólk tóku lut í samráðingunum.
Kaj P. Mortensen, fiskimálastjóri leiddi samráðingar og var samstundis føroyskur samráðingarleiðari.