Aldan, sum er forskúlin í Eiðis kommunu, var í gjár á vitjan á kommunuskrivstovuni í kommununi.
Her greiddi borgarstjórin, Jógvan í Skorini, børnunum frá, hvat ein kommuna er, og hvørjar uppgávur hon røkir.
- Børnini fingu høvi at spyrja um Eiðis kommunu. Tey fingu eisini góðgæti, hvør sín penn og skriviblokk í part.
Í Eiðis kommunu takka tey fyri vitjanina og leggja aftrat, at forskúlabørnini eisini fingu høvi at skriva í gestabókina.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu, har hesin greinastubbi varð lagdur út í gjár.
##med2##
##med3##