Viðmerkingar til tað sum hevur verið sagt um tunfisk

Vit fingu í 1996 fyrispurningar úr Føroyum um at sleppa at fiska tunfisk í føroyskum sjóøki.

Hetta var tá ókendur fiskiskapur hjá okkum, so vit byrjaðu at viðgera málið innanhýsis. Undir hesi viðgerð komu fleiri ting fram, m.a. hvørjar royndir vóru gjørdar, hvussu vórðu kvotur ásettar, kundi hetta møguliga blíva eitt alternativ til nøkur skip, høvdu vit neyðuga kunnleikan til at fiska og hagreiða tunfiskin til eina góða søluvøru.

Niðurstøðan var, at tað sum fyrr var gjørt frá føroyskari síðu hevði ikki hepnast væl, men hevði kosta bæði landskassa og privatum nógvan pening uttan at nakað úrslit kom burturúr.

Sjálvur var eg sannførdur um, at skuldu vit fáa nakað burturúr hesum, mátti tað gerast á rættan hátt. Tað vísti seg eisini, at fleiri japansk reiðaríir byrjaðu at venda sær til landsstýrið um loyvi at fiska tunfisk í føroyskum øki, og gav hetta okkum trúgv uppá, at tunfiskur helst var at fáa her hjá okkum. Fiskasølan kom eisini á fund saman við einum japanesara um hetta sama mál.

Eftir hetta tóku vit støðu at geva eitt kombinera loyvi, sum skuldi byggja á eitt samstarv millum eitt føroyskt reiðarí við føroyskum skipi at fiska fekst og einum japanskum skipi.

Hetta samstarv skuldi byggjast upp soleiðis, at japanesarar skuldu koma við vitan til føroyska reiðaríið. Fiskasølan skuldi standa fyri flutningi og sølu til japanesararnar.

Vit hildu at hetta var ein góð byrjan, ímeðan arbeitt varð við at finna útav, um Føroyar skuldu gerast limur í felagsskapinum ICCAT, sum regulerar tunfiskaveiðu í heiminum, og at vit eisini kundu sleppa at fiska uttan fyri føroyska sjómarkið, sum er neyðugt, um vit skulu hava ein samanhangandi fiskiskap.

Vit hava í ár givið tilsøgn um loyvi til 5 føroysk skip og 3 japansk, av hesum eru nøkur avgreidd. Treytin til tey japansku skipini er, at tríggir føroyskir fiskimenn eru við, ein á brúnni og tveir á dekkinum. Hesir fáa so allan tann neyðuga kunnleikan til fiskiskapin og kunnu sostatt føra vitanina víðari til tey føroysku skipini. Somuleiðis eru eygleiðarar frá Fiskirannsóknarstovuni við, sum skulu samla inn aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar at hava eina vitan um.

Hettar alt fyri, at vit ikki gera sama feilin aftur, ið gjørdur varð í 80unum.

Vit ætla okkum at taka lut í hesum tunfiskiskapi, sum kann gerast eitt gott íkast til samfelagið, men enn eru nógvir ósvaraðir spurningar, ið skulu loysast og arbeitt verður við tí.

Vinarliga


John Petersen,

landsstýrismaður

í fiskivinnumálum