Nevndin í Ljósmøðrafelag Føroya
Tá vit nú fleiri ferðir hava hoyrt formannin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørt vart við, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar mugu útbúgvast í Føroyum, tí trot fer at vera á sjúkrarøktarfrøðingum, fara vit at koma við einum ljósmøðrasjónarmiði viðvíkandi hesum evni.
Um fleiri sjúkrarøktarfrøðingar skulu útbúgvast í Føroyum fara vit ikki at leggja okkum út í, tað hava vit ikki førleika at meta um. Um hetta er metingin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er hetta helst so.
Tað er politisk ábyrgd at heilsuverkið virkar og at nokk er av starvsfólki, men tað er samstundis eisini politisk ábyrgd, at tað tilfeingi, sum er, verður gagnnýtt á besta hátt. Tíverri mugu vit ásanna, at hetta ikki er so, tá talan er um barnakonuøkið í Føroyum.
Tað er stórt arbeiðsloysi millum ljósmøður í Føroyum. Útbúgvingin hjá ljósmøðrum fevnir um viðgonguna, føðingina og barsilstíðina. Hetta er jú eisini tað natúrliga arbeiðsøkið hjá ljósmøðrum. Í Føroyum er nú á døgum soleiðis, at ljósmøður bert arbeiða við viðgongu og føðing. Hóast ljósmøður hava ynski um og vilja til, at virka á øllum okkara arbeiðsøki, so sýnist hetta ikki at bera til.
Á Landssjúkrahúsin-um verður bert lýst eftir sjúkrarøktarfrøðingum, tá størv skulu setast á barsilsdeildini.(seingardeildin á føðingardeildin) Ljósmøður hava ferð eftir ferð søkt hesi størv og hóast einki er at finnast at fakliga førleikanum hjá ljósmøðrunum so fáa tær ikki starv á barsilsdeildini.
Vit kunnu ikki annað enn geva formanninum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rætt, tá hon sigur, at sjúklingurin ikki kann pettast sundur men má síggjast sum ein heild. Hóast ein barnakona sum útgangsstøði ikki er sjúklingur, so eigur hon heldur ikki at verða pettað sundur. Hetta er eisini ein av grundgevingunum vit fleiri ferðir hava ført fram, men sum enn ikki hevur vunnið frama.
Í dag er tað ljósmóðirin sum tekur sær av konuni og barninum í viðgongutíðini og undir føðingini, men so, fáar tímar eftir føðingina er tað ein annar starvsbólkur sum tekur við. Í okkara hugaheimi er tað sjálvsagt at ljósmøður eru um konurnar og børnini í barsilstíðini eins væl og í viðgongutíðini og undir føðingini. Hetta er jú tað, vit eru útbúnar til og tað, sum verður gjørt í grannalondunum.
Vit kunnu ikki átaka okkum størv í heimarøktini ella aðrastaðni har sjúklingar krevja røkt, men vit kunnu og vit vilja fegnar taka okkum av røktini av barsilskvinnum og nýføðing-um.
At útbúgva nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar, sum kunnu fara í starv á barsilsdeildini tá vit longu hava serútbúðna arbeiðsmegi tøka er spill av tilfeingi.
Tíðin má nú vera komin at ljósmøður kunnu setast í størv sum tær eru útbúnar til, til gagns fyri allar partar.