Viðmæli: Andaneyð

Herfyri kom enski metseljarin The Little Friend út á donskum, og eisini í Danmark hevur løgna og klaustrofobiska søgan hjá høvundanum Donna Tartt vakt ans.

Í familjuni Cleve er tað bannað at tosa um yngsta sonin Robin. Fyri 12 árum síðani fann grannakonan lítla Robin hangandi kvaldur í einum træi í havanum. Hendingin hevur hvílt sum eitt tungt skíggj yvir allari familjuni líka síðani ikki minst, tí ymiskt var langnutunga dagin, sum ikki ruggaði heilt rætt. Saman við sínum einasta vini setur 12 ára gamla Harriet sær fyri at finna út av, hvør drap lítlabeiggjan fyri at fáa hevnd.
Tartt dugir framúr væl at skapa ein spennandi søgu, og tú ert bitin frá fyrstu síðu. Harriet dregur lesarin við sær á sína hatursfullu hevndarferð, sum bara kennist meir eitrandi, tí hon er so ósømilig fyri eitt barn. Men samstundis er bókin eisini ein óvanliga gløgg lýsing av einum amerikanskum suðurstati og tí ofta óskiljandi sambandinum millum tey hvítu og teirra svørtu tænastufólk.
Familjan Cleve stendur ikki til at bjarga og fer spakuliga í upploysn. Og sjálvt um bókin helst eisini er ætlað sum ein menningarskaldsøga, er tað rættiliga ivasamt, um tað ber til hjá Harriet at mennast í sjúka og klaustrofobiska umhvørvinum, bókin hevur krøkt hana í.
Donna Tartt, The Little Friend,
Umsett Annelise Schønneman, Den lille ven,
Lindhart & Ringhof, 200