Vetrartunglyndi snýkir seg inn

Hjá Evu Andresen kemur møðin spakliga, og verður verri fyri hvørt ár

– Møðin kemur spakliga, og verður verri fyri hvørt ár. Eg havi sera lítla orku um veturin og kenni meg tunga í høvdinum. Av tí sama missi eg motivatiónina og lagið verður verri. Gerandisdagurin verður tí tungari at koma ígjøgnum, sigur 32 ára gamla Eva Andresen, sum hvønn vetur stríðist við vetrartunglyndi.

 


Í nakrar vetrar hevur Eva Andresen úr Havn upplivað, at hon er vorðin tunglynt, tá summarið er av, og dagarnir verða styttri.  Hon upplivdi vetrartunglyndi fyrstu ferð fyri seks árum síðani, og hon kendi summi av eyðkennunum aftur, tí hon áður hevur upplivað tunglyndi ella depressión. Tey amboðini, ið hon lærdi at brúka, tá hon var í viðgerð fyri depressiónina, gangnýtir hon hvørja ferð, tað gongur ímóti myrkari tíðum. Umframt tað ansar hon eftir, at hon fær so nógv ljós sum gjørligt – bæði á gongutúrum og við ljósviðgerð, tá tørvur er á tí.

 

 

 Hon greiðir frá, at tá veturin byrjar – og serliga tá klokkan verður flutt, og dagarnir verða styttri – byrjar vetrartunglyndi. Tað sníkir seg inn og kemur ikki líka óvæntað og ógvusliga, sum ein depressión ger.

 

 

– Møðin kemur spakuliga, og verður møguliga verri fyri hvørt ár. Eg havi sera lítla orku um veturin og kenni meg tunga í høvdinum. Av tí sama missi eg motivatiónina og lagið verður verri. Gerandisdagurin verður tí tungari at koma ígjøgnum, sigur hon.

 

 

Hon heldur, at tað er lættari at koma ígjøgnum tann tunga og myrka veturin, tá tað verður tosað opið um kenslurnar, ið fylgja við árstíðini hvørt ár. Við at tosa opið kemur eisini forstáilsi frá øðrum.

 

 

– Eg kenni meg ikki so einsamalla, tí tá eg eri opin, møti eg fleiri, ið eisini lata seg upp. Fleiri siga mær, at tey hava somu upplivingar, sum eg havi, og tey sum ikki kenna upplivingarnar veita umsorgan og stuðul, sigur Eva Andresen.

 

 

Eva  vil mæla øllum, ið stríðast við tunglyndi, til at tosa við onkran um kenslurnar, tora at leita eftir professionellari hjálp, um tørvur er fyri tí, og at leita sær vitan á netinum.

 

 

–Hevur man ongantíð verið hjá sálarfrøðingi, so hevði eg eisini viðmælt tað fyri at fáa amboðini, ið ein hevur brúk fyri at hjálpa sær sjálvum, tá ið harðast leikar á. Tað kann vera ringt at standa í støðuni, og onki amboð hava, og tá er tað skjótt til at detta longur niður í eitt hol, og tað verður tá verri og verri, sigur hon álvarsliga.  

 

 

Eftir at Eva hevði tikið royndir og lisið um vetrartunglyndi, valdi hon at keypa eina ljósviðgerðarlampu, sum hon síðani royndi. Hon greiðir frá um lítlu lampuna við bláum ljósi.

 

 

– Tað lætnar, eg fái meir orku og kenni meg lættari, tá eg ansi eftir, at eg fái nokk ljós við lampuni ella á gongutúrunum, sigur Eva, sum við mæla øllum føroyingum - ið verða ávirkaðir av myrku tíðini – at ogna sær eina ljósviðgerðarlampu.

 

 

 

Les alla samrøðuna við Evu í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú. Í blaðnum er stórt tema um vetrartunglyndi