-Vit hava verið hepnir við at steðga al-Qaeda í Irak, og spyr nakar meg, hvar tann størsta hóttanin ímóti USA nú er, so eri eg ikki eina løtu í iva um, at tað er har vesturi í Pakistan, segði Robert Gates, verjumálaráðharri, í einari hoyring í Kongressini í gjár.
Amerikanskir embætismenn hava sagt, at stríðsmenn hjá al-Qaeda og Taleban brúka fjallalendið í Vesturpakistan til støð, haðani teir søkja at málum í Afghanistan, samstundis sum teir royna at undirgrava allan stuðul til USA.
Síðani ta blóðugu atsóknina at Merriott-hotellinum í Islamabad hevur pakistanska stjórnin lovað at seta øll neyðug til tøk í verk fyri at gera enda á yvirganginum í landinum. Samstundis hevur afghanska stjórnin biðið um størri hjálp til at menna landsins hermegi. Hamid Karzai, forseti, segði í gjár, at landinum tørvar fleiri dollarar, fleiri flogfør, meiri hernaðarútgerð og fleiri vápn til at verja landið og til at berja niður teir, sum forsetin kallaði "the bad guys".









