Vestmenningur rør ikki í summar

- Vit royndu av øllum alvi at manna Vestmenning, men áhugin var ikki til staðar, sigur formaður í VÍF Kappróður, Finnur Johannesen

Kappróðurin hevur djúpar røtur í Vestmanna. Fyrsta tíggjumannafarið í Vestmanna varð bygt í 1927, og fekk heitið Vestmenningur. Vestmenningur var eisini fyrsti báturin í Føroyum, ið fekk eyðkenda drekastevnið. Tað er heldur eingin ivi um, at Vestmenningur er stoltleikin hjá Vestmenningum, tá tað umræður kappróður. Hvíti báturin við grønari rim, gulari rond og grøna drekastevninum hevur vunnið FM heitið í tíggjumannafarsróðrinum seks ferðir – síðst í 2000, og er eisini mest vinnandi kappróðrarbáturin í Vestmanna. Men har er eingin gravgangur eftir at rógva við søguliga kappróðrarbátinum.

 

- Vit royndu av øllum alvi at manna Vestmenning, men áhugin var ikki til staðar, sigur formaður í kappróðrardeildini hjá VÍF Kappróður, Finnur Johannesen.

 

Vestmenningur lokkar ikki

Finnur sigur, at trupulleiki hevur verið at fáa menn at koyra um Høgareyn, til tess at rógva við Vestmenningi. Í Bygdini kappast Vestmenningur við áttamannafarinum Kvívíkingi um mannfólkini norðanfyri Leynatunnilin, eins og hondbólturin eisini er ein stórur kappingarneyti.

 

- Vit ringdu til mannfólk í øllum landinum, men tað var eingin áhugi at koyra til Vestmannar fyri at venja. Tað tykist, sum tað ikki er líka eggjandi sum at rógva í Havn ella á Argjum. Tað er heldur eingin loyna, at hondbólturin er høvuðsítróttin í Vestmanna, sigur ein harmur Finnur Johannesen.

 

Hóast Vestmenningur ikki rør í summar, verða grønu drekarnir hóast alt at hóma á vánni í summar. Hóast Vestmenningur er mest vinnandi báturin í Vestmanna, hevur fimmannafarið Havfrúgvin verið fastur táttur í oddinum í dreingja- og kvinnuróðri seinastu tíggju árini. Havfrúgvin hevur seinastu tvey árini vunnið FM í fimmannafarsróðrinum við kvinnum, og í ár fara tær eftir triðja FM-heitinum á rað. Ein nýggj Havfrúgv er júst komin til Vestmannar, og kvinnurnar skulu royna seg við nýggjum báti, sum Terji Reinert hevur smíðað. Mong munnu minnast fimmannafarsróðurin á Ólavsøku við kvinnum, tá Havfrúgvin varð kolldømd í umróðrinum fyri tjóvstart. Hendan hending er løgd aftur um bak, og kvinnurnar hava ein greiðan málsetning.

 

- Tær ætla sær avgjørt at endurvinna FM, og tær venja í fullari ferð, sigur Finnur Johannesen, sum eisini venur kvinnurnar.

 

Umframt Havfrúnna skal ein smádreingjamanning rógva við Jomfrúnni. Møguliga verður eisini ein smágentumanning við Jomfrúnni.

Umframt tíggjumannafarið Vestmenning og fimmannafarið Havfrúnna, telur flotin í Vestmanna eisini fimmannafarið Jomfrúnna. Tó umhugsar kappróðrardeildin hjá VÍF at víðka flotan við einum seksmannafari. Hetta er, so ungu dreingirnir kunnu royna seg í einum seksmannafari, tá teir eru vorðnir ov gamlir til fimmannafarsróður.