Bretska stjórnin er til reiðar at brúka hermegi fyri at varðveita tann bretska ræðisrættin yvir Falklandsoyggjunum. Tað sigur David Cameron, forsætisráðharri, í einari viðmerking til eina yvirlýsing hjá argentinska forsetanum, Christina Kirchner, um, at argentinar mistu oyggjarnar av órøttum í 19. øld, og at teir vilja hava tær aftur.
Cameron sigur, at bretar hava eina sterka verju í Falklandsoyggjunum, og at landið fer at brúka hermegina, um tað gerst neyðugt at verja oyggjarnar.
Í 1982 gjørdu argentinar innrás í Falklandsoyggjunum, men bretar sendu herfólk hagar og tóku oyggjarnar aftur. Tá kríggið endaði, høvdu 255 bretar og 649 argentinar latið lív.