Verður togaður upp um 10-tíðina

Fyrrapartin í morgin verður deyði augusturin togaður upp á land við Hvalastøðina við Áir

Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur, at tey enn ikki hava gjørt endaliga av, hvussu farið verður fram, tá hvalurin er fingin upp á turt.

 

Men hann sigur, at tey fáa hjálp frá serkønum fólkum úr Danmark til hetta arbeiðið.

 

Upprunaliga vóru fýra augustar í Sundalagnum. Ein teirra slapp sjálvur avstað, og tveir eru deyðir. Fjórði augusturin er enn á lívið, men hann hevur enn ikki funnið út á opið hav.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Bjarni Mikkelsen segði, tá Rás2 prátaði við hann fyrr í dag.