Venjari hjá Kosovo: Tit mugu virða Føroyar

Landsliðsvenjarin hjá Kosovo heldur als ikki, at Føroyar er nøkur løtt mótstøða

Høvðusvenjarin hjá Kosovo er Bernard Challandes, sum tók við sum venjari fyrr í ár, eftir at Albert Bunjaki takkaði fyri seg í 2017. 67 ára gamli Bernard Challandes, sum er úr Sveis, hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá Armenia.

 

Fyrsti altjóða góðkendi landsdysturin hjá Kosovo var móti Føroyum. Tann venjingarlandsdysturin var í Frankfurt í Týsklandi. Kosovo vann dystin 2-0. Kosovo byrjaði eisini HM 2018 undankappingina við at spæla javnleik móti Finnlandi, men tapti síðani allar hinar dystirnar. Har í millum móti Íslandi.

 

Beinleiðis frá tíðindafundinum:

Samir Ujkani, sum spælir við Çaykur Rizespor í Turkalandi, er liðskipari hjá Kosovo: Dysturin móti Føroyum er týdningarmikil. Bæði fyri stigini í bólkinum, men eisini tí hetta er okkara fyrsti veruligi heimadystur.  Lagið er gott í hópinum og vit kenna hvønn annan væl. Ja, vit spældu móti Føroyum og vunnu, men hetta er ein annan dystur. Nú er trýst á at vinna, so vit vóna at vit kunnu gera fólkini, sum koma á leikvøllin glað. Tað fara vit at gera alt fyri at klára.

 

Samir Ujkani um at tað bleiv útselt upp á fáar tímar: Tað eri eg fegin um, at tað er so stórur áhugi fyri okkara fyrsta heimadysti. Tað merkir nógv fyri okkum, tí vit vilja gjarna vinna. Vit vóna at við hesum kann Kosovo koma longur fram sum fótbóltstjóð. 

 

Samir Ujkani um at umboða Kosovo: Hetta var altíð ein dreymur - at kunna spæla við Kosovo. Vit eru stoltir av, at kunnu spæla fyri Kosovo. Vit vita eisini hvussu nógv fólk hava kempað fyri hesum. Vit eru stoltir og ótrúliga fegnir um hendan møguleikan.

 

Bernard Challandes, landsliðsvenjari: Eg haldi at Kosovo hevur eitt gott lið, men eg haldi at Aserbadjan er favorittur. Nú hava vit sæð Føroyar spælt væl. Eg haldi eisini, at Føroyar kann vinna bólkin. Eg haldi tað sama um okkum og Aserbadjan. Nú er spurningurin hvussu tað spælir av. Eg havi virðing fyri Føroyum, men eg vænti mær eisini eitt ordans avrik frá mínum monnum.

 

Bernard Challandes um kravið at vinna á Føroyum: Kanska fólk halda, at vit eru best í hesum bólkinum. Tit forlanga álopsfótbólt, men vit mugu eisini verið stinnir í verjustøðu. Eg skilji, at tit seta spurningar við álopsspælið í seinasta dysti, men tit halda ov lítið um Føroyar. Teir hava tapt tvey stórtap, men restina av dystunum eru allir javnir. Eg komi úr Sveis og havi sæð Andorra bara tapt 1-0 móti Portugal. Vit hava fyrr havt trupulleikar við verjuni, men nú lata vit fáa mál inn. Eg skilji, at tú sum fjeppari og journalistur úr Kosovo vil hava álopsfótbólt, men sum venjari má eg finna javnvágina.

 

Bernard Challandes  um nøkur broyting verður í uppstillingini? Eg segði, at tað framrættaða spælið ikki var tað besta móti Aserbadjan. Nù skulu vit hava bóltin meir, byggja spælið betri og hava vit bóltin nógv, so kunnu vit koma til møguleikar. Móti Aserbadjan spæla vit ov nógv við longum bóltum. Eg skilji ikki heilt hví, og havi tosað við mínar verjuspælarar um tað. Vit skulu ongantíð standa afturi í verjuni og gúppa. Nú skulu vit royna at fáa spælið at rigga.