Veljarakanning: Trump langt aftan fyri Biden

Valevnið hjá Demokratunum, Joe Biden, er 14 prosentstig framman fyri amerikanska forsetan, vísir nýggj veljarakanning.

Fyri amerikanska forsetan, Donald Trump, gongur tað bara tann eina vegin í meiningakanningunum, og tað er niðureftir.

Í dag er ein nýggj kanning, sum er eitt álvarsamt bakkast fyri forsetan.

Ein kanning fyri blaðið New York Times/Siena College vísir, at hann bara hevur stuðul frá 36 prosentum av skrásettu veljarunum, meðan demokratiski mótstøðumaður hansara, Joe Biden, stendur til at fáa 50 prosent.

Fyrrverandi demokratiski varaforsetin er harvið um at skapa sær eitt greitt forspirng innan forsetavalið fyrst í november.

Fyri fáum døgum síðani vísti ein tilsvarandi kanning fyri Fox News eina leiðslu hjá Biden upp á 50 prosent móti 38 til Trump.

Tað eru serliga kvinnur og ikki-hvítir veljarar, sum stuðla Biden. Trump missir atkvøður upp á at hava víst seg sum ein veikan leiðara undir koronukreppuni, skrivar New York Times.

Trump hevur heldur ikki í tíð síni sum forseti roynt at gera veljaragrundarlagið breiðari, verður sagt. Tað vísir seg nú, at geva Biden eina leiðslu upp á 14 prosentstig.

– Hetta er ein hin ringasti stuðul, sum Trump hevur fingið í forsetaskeiði sínum og er eitt tekin um, at hann beint nú er tann greitt undirtippaði at vinna næsta forsetaskeiðið, skrivar blaðið.

/ritzau/