Veitingin úr Danmark verður 400 mió. krónur minni á hvørjum ári framyvir.

Landsstýrið hevur sagt farvæl við 400 mió. krónur um árið, hvørt eitt ár fram yvir í allar ævir.

 

Niðurskurðurin í blokkinum og yvirtøkur tilsamans svara til umleið hesa upphædd.

Upphæddin sum landsstýrið hevur slept svarar til, at eitt Suðuroyðarskip við havnaðannleggum varð keypt á hvørjum árið og goldið kontant. Ella vit kunnu samanbera tað við ein undirsjóðartunnil til Norðoyggjar, ella eina flogvallaútbygging í Vágum, leinging og nýmótansgert á hvørjum ári og goldin kontant.

Samstundis vil landsstýrið hava, at danska stjórnin kemur við øðrum donskum pengum til somu flogvallaútbygging, áðrenn yvirtøkan verður framd. - Skil tað hvør sum kann.

Stóra landskassaskuldin er ikki niðurgoldin við einum oyra eyka útum tað bundna. Sjálvt lánsbrøvini hjá landskassanum, sum fullu til gjaldingar seinast eru endurfíggjaði.


Landstýrið og fíggjarlógin

Um sama mundi samtykkir løgtingsmeirlutin hjá samgonguni eina fíggjarlóg fyri næðsta ár, sum aftaná avdrøg kemur at hava eitt dundrandi hall.

Útreiðslurnar eru undirmettar, og summar eru als ikki tiknar við, (eitt nú yvirtøkan av fólkakirkjuni).

Eykafíggjarlógir higartil í ár hava kostað góðar 207 mió. krónur. Fer metingin hjá landstýrinum at halda líka illa næsta ár sum í ár, og líka illa sum undanfarin ár, (alt talar fyri hesum), so verður tað eitt stórt og álvarsligt upptak, ein komandi samgonga skal í holt við, beinan vegin eftir valið.

Sambært landstýrinum og loysingarmonnum í løgtinginum so eru hesar 400 mió. krónurnar minni um árið í frumintøkum bara byrjanin.

Í øðrum framkomnum londum hevði ein slík politisk skaðagerð uttan iva kostað eitt uppskot um misálit í tinginum á hægsta leiðarin í landinum.

Sambandsflokkurin hevur sagt kortanei til allan ørvitisskapin hjá landsstýrinum. Okkara ætlan var harafturímóti á øllum økjum at styrkja (konsilidera) føroyska samfelagið meðan løgir eru.