Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og fyrrapartin kann tað regna eitt sindur, annars turt og támut og møguliga sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið mikudagin og hósdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 7 og 11 stig.
Veðrið frígjadagin og leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk millum sunnan og vestan og regn av og á, eisini mjørki í støðum. Hitin millum 6 og 10 stig.
Í gjár:
Eitt minni lágtrýst í útsynning úr Føroyum fer í landsynning eystan og grynnist.
Í dag:
Eitt hátrýst stendur mestsum í stað yvir Norðsjónum og gevur lýtt luftrák móti Føroyum av útsynningi.