Veðrið

.

Veðrið í dag:

Lot til andøvsgul, mest millum landsynning og landnyrðing, skýggjað og sirm av og á. Hitin millum 7 og 11 stig.


Veðrið fríggjadagin:

Fyrst lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi og sirm av og á. Út á dagin veksur hann vindin upp í hvassan vind og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 7 og 11 stig.


Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind høgt og sólglottar, men møguliga okkurt æli. Hitin fellur niður í 4 til 9 stig.


Í gjár:

Eitt víðfevnandi lágtrýst sunnanfyri og eystanfyri Ísland vil komandi dagarnar fara í ein eystan og tað vil framm til vikuskiftið geva regn av og á, men lítlan vind.


Í dag:

Aftaná vil kaldari luft reka móti Føroyum av norði og útnyrðingi og vindurin vil sum frálíður vaksa til hvassan vind.