Tað er nógvur vindur kring alt landið. Orsakað av ringa veðrinum avlýsir Strandferðslan fleiri leiðir, inntil tað verður ráðiligt at koyra aftur.
Veðrið er ringt í Suðuroy, og fyri løtu síðani fór ein bussur av vegnum í Hovi. Les meira um tað her.
Leið 700, sum koyrir millum Sumba og Vág, er avlýst. Tað sama er galdandi fyri leið 701, sum koyrir millum Fámjin og Sandvík. Norðan fyri eru eisini fleiri avlýsingar, og her er talan um leið 400, sum koyrir millum Klaksvík og Tórshavn. Leið 410 millum Fuglafjørð og Klaksvík er fyribils avlýst og byrjar aftur klokkan 17:00. Sama er galdandi fyri leiðirnar 200, 201, 202.
Fyri veður verður túrurin hjá Sam klokkan 15:30 úr Klaksvík og úr Syðradali klokkan 15:50 ikki sigldur, og eftir ætlan verður siglt aftur klokkan 17:15. Sam fekk ikki loyst.
Sí annars heimasíðuna hjá Strandferðsluni.