Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi
-----
Veðrið hevur verið gott í seinastuni – øðiliga gott. Hvítusunnan var ógloymandi hesum viðvíkjandi, og hvør barnasál frøddist, nú sólstrálurnar endiliga náddu okkara bleiku kroppar. Góða veðrið var kærkomið eftir ein tann tungasta veturin í mannaminni. Stormur, skriða, ódn, vindskaðar, regn, regn og aftur regn. Sera strævið, men sum altíð, so gekk tað eisini hesuferð. Eftir at góðveðrið hevði vælsignað okkum tann fysta dagin, var alt hetta illveðrið fullkomuliga gloymt. Ja, tað var nærum sum um harðbalni veturin ongantíð hevði verið, sum um vit høvdu havt sól og summar í longri tíð.
Hugburðurin til veður og okkara vælsignaða gloymska hava klárar líkheitir við politiska veðrið, ið hevur ligið yvir okkum síðan oktobur í fjør, tá løgtingsvalið var. Løgtingsvalið var greið tala og borgarligi vongurin fekk dygga álitisváttan. Vinnararnir av valinum takkaðu fyri og skipaðu samgongu eftir stuttari tíð, og síðani var farið til verka. Nógv er fingið frá hondini, og grundleggjandi broytingar eru framdar í okkara samfelag.
Nógv kann kjakast um politiska handverkið, nú fleiri grundleggjandi broytingarnar eru settar í verk, og aðrar eru ávegis. Mest umrøddu málini munnu vera flatskatturin og broytta skattingin av pensjónum. Ein kann vera samdur ella ósamdur í innihaldinum í hesum báðum málum. Tað mest týðandi hesum viðvíkjandi er kortini tann vantandi breiða politiska semjan í hesum málum. Skattur og pensjónir eru so týðandi og grundleggjandi mál, ið ávirka allar borgarar landsins, at tað er altumráðandi, at breið politisk semja er um slík mál. Nú hetta ikki var støðan, er vandi fyri, at skatta- og pensjónsskipanin verður broytt aftur og mynstrið kann hereftir gott gerast, at vit í prinsippinum fáa nýggjar skatta- og pensjónsskipanir fjórða hvørt ár. Ikki serliga álitisvekjandi mótvegis borgarum landsins.
Sum leitt var inn, í hesi stuttu grein, so eru klárar líkheitir millum veðrið og mótmælini móti førda politikki. Hart leikaði á í vetur, men nú summarið er komið, eru mótmælini fullkomuliga tagnað. Ikki so, hetta er sera føroyskt. Vit føroyingar duga ikki at kjakast. Tá eitt mál hevur verið frammi ov leingi í fjølmiðlunum, troyttast vit, yppa øksl og halda bara, at tað nokk mann fara at ganga kortini. Eingin lurtar allíkavæl, og júst hetta við at lurta og taka til eftirtektar finst at kalla ikki í Føroyum. Í nógvum viðurskiftum, eisini viðvíkjandi skatti og eftirlønum, hava hópin av serfrøðingum sagt sína hugsan, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Stutt sagt verður serfrøði og serkunnleiki als ikki virdur í Føroyum, og tað er niðurbrótandi fyri eitt samfelag sum okkara.
Greiðar líkheitir eru eisini millum veðrið og eitt fleirtal av okkara tingfólkum. Áðrenn valið leikaðu nógv av teimum øðiligt í. Grein eftir grein varð skrivað, har væl og týðiliga var greitt frá, hvat ætlanin var, um júst tey vóru vald á ting. Í dag eru røddirnar hjá hesum fólkavaldu fullkomuliga tagnaðar. Tað eru bert einstøk ting- og landstýrisfólk, ið vit hoyra røddina á. Hini eru kúrr – fullkomuliga kúrr. Tey hava onga meining um nakað sum helst longur. Hetta er ikki gott fyri fólkaræðið. Trupuleikin er eisini, at hesi sleppa at vera kúrr. Hvar eru fjølmiðlarnir? Hví sleppa tey at vera kúrr?