Veðrið er batnað í Skálabotni

Fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum eru bjartskygdir, nú vindurin er minkaður og høvuðsnavnið er lent. Vinjard Johansen, fyrireikari, sigur við Portalin, at í løtuni sær tað gott út.

- Vindurin minkar støðugt, og vit vóna, at Trond Erics kann fara á uttandurðapallin kl. 21.40, sum ætlanin upprunaliga var. Vit hava flutt Direct Level av uttandurapallinum inn í Kelduna, soleiðis at tey trý fyrstu nøvnini spæla inni, eisini eru sølubúðirnar fluttar undir tak, men annars hevur veðrið ikki ávirkað festivalin, sigur Vinjard.

 

Hann fegnast eisini um, at høvuðsnavnið Pillar eru lendir í Vágum, og nú eru á veg á hotellið í Runavík. Eftir einum lítlum túri til Bergen.