Tey mótmæltu fyri leyslating av gíslunum í Gaza og ímóti stjórnini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.
Alsamt fleiri ísraela leggja Netanyahu undir at stýra landinum illa bæði fyri og eftir álopið frá vápnaðu palestinska bólkinum Hamas 7. oktober.
Atfinnarar leggja forsætisráðharran undir at brúka kríggið ímóti Hamas til egnan politiskan vinning.
Í Tel Aviv royndi ein bólkur, sum mótmælti ímóti stjórnini, at blokera ein motorveg.
Løgreglan nýtta vatnkanón at reka mótmælisfólk burtur. Í minsta lagi 21 vórðu handtikin, skrivaði Jerusalem Post.
/ritzau/dpa
##med2##
##med3##
##med4##