Vestan fyri eiðisbygd, út móti Flógvanum, er eitt stað, ið ber navnið Gellingarhús. Haðani rópti vaktarmaður heim í bygdina og ávaraði bygdarfólkið um sjórænaraskip, ið stevndu inn á Eiðisflógva. Listarmaðurin og skaldið Óli Egilstrøð greiðir í bókini Úr Eiðis søgu soleiðis frá um hetta navnið:
”Navnið Gellingarhús kundi bent á, at tað ikki bert varð rópt á vanligan hátt, men okkurt hvølt ljóð, skot ella ýl ella lúðraljóð varð blást sum ávaringatekin.....”
Henda greinin skal skiljast sum ávaringarboðskapur vaktarmansins, ið rópti av Gellingarhúsi.
Hin heilaga bókin, Bíblian, talar sína greiðu talu um øll lívsins viðurskifti. Eisini um hjúnabandið, synd, gudloysi og avleiðingarnar av at vanvirða Guds greiðu boð, ið eru sett fram til menniskjans egna besta.
Øll lond í heiminum hava eina ferðslulóg, sum avmarkar okkara frælsi, so ikki hvør okkara koyrir so skjótt, sum hann vil, tí kanningar prógva, at størri ferðin er, størri er møguleikin fyri, at vit koma øðrum og okkum sjálvum í lívsvanda.
Eingin, ið hevur sítt fulla vit, vágar sær at koyra í vinstru síðu. Bæði tí, at ferðslulógin sigur tað, men mest tí, at vit hava okkara egna lív kært - og lívið hjá øðrum við. Kortini havi eg hoyrt, at einstøk hava koyrt í vinstu vegbreyt, tí tey vildu forkoma sær sjálvum.
Í Føroyum hava vit eitt áhaldandi kjak um okkara fiskistovnar. Eingin sleppur at fiska ótarnaður - og sum hann vil. Tí verður hetta gjørt, so forkoma vit fiskigrunnum okkara við ovfisking.
Fiskifrøðingar okkara koma regluliga við vegleiðingum og ávaringum viðvíkjandi okkara fiskastovnum.
Hví?
Tí vit koma okkum í búskaparligan lívsvanda sum tjóð, um vit, hvør sleppur at fiska, sum hann vil, og vit missa stýringina og tamarhaldið á okkara fiskigrunnum.
Soleiðis er tað á øllum økjum í lívinum. Vit kunnu ikki gera sum okkum sjálvum lystir.
Hetta er ein lívsregla, ið vit eru lærd av fedrum okkara frá barnsbeini.
Sleppa børn at gera sum tey sjálv vilja, so verða avleiðingarnar ringar. Foreldur, ið elska síni børn, lata tey ikki sleppa at gera sum tey vilja, men vísa teimum kærleika við at vegleiða tey og seta teimum mørk.
Hetta er tað, sum Gud Harrin eisini hevur gjørt. Hann hevur givið vegleiðingar í bók síni, Bíbliuni, sum eru til okkara egna besta, náttúrulógir, sum fáa avleiðingar, verða tær ikki fylgdar. Hetta viðvíkur bæði hin einstaka og tjóð okkara.
*
Hetta viðvíkur sanniliga eisini teimum, ið sita á tingi, sum hava eina ómetaliga stóra ábyrgd fyri Gudi, landi og fólki.
Guds orð talar greitt og týðiliga, at hjúnabandið er bert millum mann og kvinnu og ikki millum tveir menn ella tvær kvinnur. Slíkt er andstygd í eygum Guds. Slíkt er eisini fullkomiliga ónatúrligt. Mannaættin hevði langt síðani havt borið seg sjálva til gravar, um samkynda LGBT-siðið setti dagsskránna. Hetta skilir ein og hvør, ið hevur nakað at hugsa við.
Men hví vilja summir tinglimir halda fram at trýsta ónatúrliga lívsførslu inn á ting og oman yvir tjóð okkara, hóast teir fáa at vita, at hetta er skeivt - og beint ímóti Guds orði, og hóast eitt sameint kór av kirkjum, samkomum og andaligu leiðarum ræður frá. Somu tingfólk, sum bæði ganga á møti og í kirkju, fremja gudiligar siðir við seg sjálv og børn síni, men sum glaðbeint ganga ørindi fyri gudleysar rørslur, ið traðka Guds orð undir fót. Hetta samsvarar illa við, at hesi somu ganga í skrúðgongu úr tinghúsinum oman í Havnar kirkju ólavsøkudag at hoyra Guds orð, sum tey avnokta við gerðum og uppskotum sínum á tingi.
Bíblian talar um síðstu dagar, hvussu menniskjuni skulu vera:
”Tey skulu elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans.” (2. Timoteusarbræv 3,4-5)
At LGBT-rørslan og hennara sameindu hava sent Gudi krígsavbjóðing, gerst alt meiri sjónskt. Tað, sum hent er í lóggávutingum í grannalondum okkara, fær okkum ikki at ivast í hesum. Gudleysar rørslur sníkja sín boðskap inn um tinggátt til tinglimir, ið verða tiknar av fótum av loysunarorðinum ”mannarættur,” men sum einki annað er enn ”gudloysisrættur,” ið verður borðreiddur í følskum búna. Sjón gongur fyri søgn í grannalondum okkara: Endamálið er at náa inn í kirkjur og onnur gudshús við gudloysislógum.
Hetta Skriftorðið eigur at fáa okkum øll at hugsa álvarsliga um støðuna:
”Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin, hann, sum setur seg upp ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.” (2. Tessalonikubræv 2,3-4)
Hetta kann ikki sigast týðiligari. Tí verður blást í ávaringarlúðurin, so hann ekkóar um landið alt!