Petur Steingrund vardi í dag úrslitið av umleið 10 ára kanningum av føroyska toskinum og vistfrøði hansara yvirhøvur. Petur fekk umleið hálvan tíma at greiða frá høvusúrslitum sínum. Andmælingarnir (opponentarnir), prof.,Dr. B.R. MacKenzie og tann næsti prof. Dr. R.D.M. Nash, høvdu nógv rós til arbeiðið hjá Peturi og Havstovuni annars. Teir royndu dúgliga, men hvørgin kláraði at seta Petur fastan í nøkrum sum helst, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
So at siga alt starvsfólkið var savnað at fylgja við verjuni, sum var í Bergen, har eitt skype-kamera tók upp og sendi yvirum hav til Havstovuna.
Við verjuni hjá Peturi Steingrund, doktara hevur føroysk fiskifrøði, havfrøði og havlívfrøði í heila tikið vunnið ein stóran sigur. Ein bulmikil varði er reistu á leiðini at skilja okkara margalda lív í havinum, sigur Havstovan.