Varðin: Ómøguligt at siga hvussu eldur kom í

Løgreglan er liðug við kanningarnar, men tað ber ikki til at siga, hví eldur kom í Varðan Pelagic

Tað ber ikki til at siga, hví eldur kom í uppsjóvarvirkið hjá Varðanum á Tvøroyri seinasta fríggjadag.

 

Tað staðfestir løgreglan, nú tey eru liðug við kanningarnar.

 

Løgreglan er komin fram til, at eldurin er kyknaður í økinum, sum varð brúkt til pakking. Sveisiarbeiði var á tí staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum, sigur løgreglan.

 

Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað hevur ikki borið til at finna nakað brek við skipanini.

 

Løgreglan metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreinuliga, hvat orsøkin til eldin hevur verið, sigur løgreglan í eini fráboðan beint nú.