Vanlukkan á Volga kravt meiri enn 100 mannalív

Bjargingarmyndugleikarnir í Russlandi siga nú, at skipsvanlukkan á ánni Volga í dag hevur helst kravt meiri enn 100 mannalív. Umleið 150 ferðafólk og manningin, sum taldi 30, vóru við skipinum, sum holvdist og sakk í illveðri í lýðveldinum Tatarstan, og meiri enn 100 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Myndugleikarnir sendu seinnapartin meiri enn 40 kavarar niður í vrakið, men teir viðganga, at teir vænta ikki at finna nakran á lívi har.

Skipið, sum æt Bulgaria og var 80 metrar langt, varð smíðað í gamla Kekkoslovakia fyri 56 árum síðani. Fólk, sum sluppu frá vanlukkuni á lívi, hava greitt frá, at skipið sakk eftir trimum minuttum. Volga er sera breið á vanlukkustaðnum, og skipið var tríggjar kilometrar frá øðrum áarbakkanum, tá tað sakk.