Sunnunáttin gjørdist óvanliga friðarlig hjá løgregluni í Havn. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað einasta, ið løgreglan fekk fráboðan um sunnunáttina, var okkurt smávegis herverk. Hann sigur, at tað vísir seg mangan, at tá ið tað er ringt veður, so halda fólk seg við hús, og so er væl friðarligari enn vanligt, sigur vakthavandi.










