Á vandakós við diagnosum

Ein psykiatrisk diagnosa er ein lýsing av atburði. Men diagnosan er ikki nøkur frágreiðing upp á atburðin. Vansin við diagnosum er, at vit sjúkliggera fólk, sum annars eru frísk. Og um tú ikki ert sjúkur, so er tað ein vandi, tí tað kann skapa trupulleikar, har tað annars burdi verið øvugt, at diagnosan hjálpti tær at loysa nakrar trupulleikar. Tað sigur Svend Brinkmann, sálarfrøðingur og Ph.d

Hví seta vit yvirhøvur diagnosur?
Vit seta diagnosur fyri at vita, hvør er sjúkur ella hevur sálarlig brek, og fyri at vita, hvør ikki hevur tað. Tí vit vilja gjarna hjálpa fólki, sum hava tað trupult. Innanfyri psykiatriina hava tey eina fatan av, at tað eru ymsir mátar at hava tað trupult upp á, ið eru tekin um sálarsjúku ella sálarligt órógv, sum vit gjarna vilja eyðmerkja.

Tú hevur sagt, at diagnosan er ikki nøkur frágreiðing?
Eftir mínum tykki er diagnosan ein lýsing av atburði av einum ávísum slagi. Og diagnosan verður sett út frá metingum, sum eru gjørdar av atburðinum. So hava vit ein symptomlista, har vit krossa av, og hevur tú nóg mikið av sjúkueyðkennum, so kanst tú fáa diagnosuna. Trupulleikin er, at diagnosan ikki greiðir frá, hví tú ber teg soleiðis at. Diagnosan fortelur bara, at tú bert teg soleiðis at. Vit kunnu eisini tosa um ein gamlan drong, og ein ógiftan mann. Tú ert gamal drongur, tí tú ikki ert giftur, men tað er ikki nøkur frágreiðing. Tað eru bara tveir mátar at siga tað sama uppá. Tað er á sama hátt við diagnosuni, tí hon er bert ein samandráttur ella lýsing av tínum atburði. Her renna vit altso eftir halanum hjá okkum sjálvum, um vit ynskja at forklára atburðin við diagnosum, tá diagnosan verður sett, grundað á atburðin.

Diagnosumentan er eitt hugtak, tú hevur brúkt nógv. Hvat merkir tað?
Tað er ein lýsing av einum eyðkenni við okkara samfelag, har vit í størri og størri mun nýta diagnosurnar til at skilja okkum sjálvi og onnur, eisini okkara børn, tá vit hava við trupulleikar at gera. Soleiðis verða diagnosurnar eitt slag av filtri fyri okkara royndir við pínu, stikni og trupulleikum. Tað er tað, eg meini við diagnosumentan. Mongu diagnosurnar hava tann fyrimunin, at vit fáa staðfest nakrar trupulleikar, sum vit kunnu gera okkurt við, men vansin er, at vit sjúkliggera nøkur fólk, sum í hesi diagnosumentanini læra at skilja seg sjálvi gjøgnum diagnosuna. At tey læra at skilja seg sjálvi sum sjúklingar, hóast tey kanska ikki eru sjúk.

Ber til at tosa um góðar og ringar diagnosur?
Um vit tosa um diagnosur, sum eru tekin um veruligar sálarligar trupulleikar, so ber til at siga, at talan er um eina góða diagnosu, tí persónurin, sum fær diagnosuna, vónandi sleppur framat hjálp, sum er góð fyri viðkomandi. Tað kundi til dømis verið skizofreni, sum er ógvuliga álvarsamt. Her er ein diagnosa tvingandi neyðug fyri at koma á rætt kjøl aftur. Fært tú hinvegin ein diagnosu, sum ikki stendur mát við teir trupulleikar, tú hevur, so er tað skeivt og ein vánalig diagnosa. Persónliga haldi eg, at nakrar av teimum diagnosunum, sum vit hava fingið seinastu árini, eru alvorliga á markinum, um ikki skeivu megin markið. Í dag stendur 'sorg' á einum amerikanskum yvirliti yvir diagnosur, sum eru ávegis. Sorg verður eftir øllum at døma ein diagnosa, næstu ferð henda skipan verður eftirhugd. Og tá vit eru komin har til, so haldi eg av sonnum, at vit tosa um eina ringa diagnosu, á sama hátt sum homoseksualitetur var ein ring diagnosa. Homoseksualitetur er ein seksuel orientering, ikki ein sjúku, sum tey hildu fyrr. So ja, tað ber til at tosa um ringar diagnosur.

Hava vit ov nógvar diagnosur?
Talið av diagnosum er alsamt vaksandi. Tað ber til at argumentera fyri báðum, at vit hava ov fáar og ov nógvar. Og um spurningurin er, um tað eru ov nógv, sum fáa diagnosur, so er svarið tað sama. Tosa vit um depressión ella tunglyndi, so haldi eg, at tað eru ov nógv, sum fáa eina diagnosu. Tað sama ger seg galdandi fyri ADHD. Men har eru aðrar diagnosur, sum verða settar ov sjáldan. Og kanska kemst tað av, at hesar eru so kostnaðarmiklar.

Hvør er vandin við at fáa eina diagnosu?
Vandin er, at tú byrjar at fata teg sjálvan sum ein psykiatriskan sjúkling. Sum um, at tú ert sjúkur. Ert tú ikki sjúkur, so er tað ein vandi í hesum, tí tá kann ein diagnosa skapa trupulleikar, har tað annars burdi verið øvugt, altso, at diagnosan hjálpti tær at loysa nakrar trupulleikar.

Hvør er loysnin upp á trupulleikan?
Tað kundi verið, at diagnosurnar vórðu settar meiri skynsamt, tí nógvar diagnosur verða settar av einum lækna, sum eisini útskrivar nógvan heilivág móti tunglyndi. Nógvir læknar útskriva eisini heilivág móti ADHD. Her skuldu vit kanska havt onkrar skipanir, har heilivágurin varð útflýggjaður meiri skynsamt. Vit kundu havt skipanir, sum spurdu, hvussu gera vit diagnosuna til ein part av viðgerðini, heldur enn at diagnosan bara verður ein fyrireiking til sjálva viðgerðina. At fáa eina diagnosu gevur fólkinum eina nýggja sjálvsfatan. Spurningurin er so, hvussu kunnu vit fáa tað inn í sjálva viðgerðina.

Tú hevur sagt, at tað er ikki truplari at vera menniskja í dag enn fyri 100 árum síðani. Verður tað lættari at vera menniskja um 100 ár?
Eg trúgvi upp á menning. Tað eru framvegis nógvir trupulleikar í heiminum, og enn er nógv eftir at gera. Men seinastu 100 árini hava vit sæð stór framstig, og tað eru mong menniskju, sum hava fingið tað nógv betri kring allan knøttin, tá tað snýr seg um trygd, heilsu, demokrati og so framvegis. So eg haldi, at vit sum heild hava fingið tað betri. Ikki so øgiliga nógv betri, men eitt sindur betri. Hyggja vit hinvegin bara eftir hagtølunum yvir psykiatriskar diagnosur, so siga tey eina heilt aðra søgu. Og hesum ivist eg í.

----

FAKTA
Svend Brinkmann er útbúgvin cand.psych og Ph.d. Hann er dani, 39 ára gamal og starvast á Aalborg Universitet og Bergen Universitet. Hann er somuleiðis útbúgvin bachelor í filosofi. Brinkmann hevur millum annað ritstjórnað bókina Det diagnosticerede liv og hevur ført fram, at Danmark upplivir eina tunglyndisfarsótt. Millum annað hevur hann víst á, at tað eru omanfyri 400.000 danir, sum fáa heilivág fyri tunglyndi. Og hetta hevur hann sett spurnartekin við. - Tað ber snøgt sagt ikki til, at átta prosent av dønum eru kliniskt depressivir. Sjálvandi kunnu fólk hava tað trupult og vera hugtung, tað er ikki tað, eg seti spurnartekin við. Men tað er ikki ein sjúka at hava tað trupult. Tað ber væl til at hava stórar trupulleikar, uttan at talan er um eina sálarliga sjúku, men í dag er tað næstan ein vani, at diagnostisera alt, sum víkir frá norminum, hevur Brinkmann millum annað sagt.
Brinkmann vitjaði í Føroyum í farnu viku, tá hann var gestarøðari á Sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Sosialurin hitti hann fyrrapartin fríggjadagin.