Valrætt til allar útisetar

Tað hevði verið smidligari, einfaldari og rættvísari, heldur Jógvan Mørkøre

Føroyska lóggávan til Løgtingsval varð kunngjørd í 1978, og í 1992 varð skoytt uppí, at føroysk lesandi uttanfyri Føroyar eisini kundu fara á løgtingsval. Til tess at verða tikin upp á vallistan, er tó neyðugt hjá útisetunum at prógva sín lestrarvirkna, og tað vísir seg at elva til eina stirvna og ikki serliga brúkaravinarliga skipan. 

 

Tað eru nevniliga væl minni enn helvtin av teimum lesandi, ið vanliga skráseta seg til løgtingsvalini, og óvist er hvussu nógv teirra nýta sína atkvøðu. Seinasta løgtingsval vóru tað einans 26 prosent av teimum lesandi útisetunum, sum vórðu skrásett á vallistanum, í 2008 vóru tey einans 17 prosent, meðan fyribilsmetingarnar hesiferð tala fyri eini undirtøku á 22 prosent. 

 

Les eisini: - Ikki nóg gott

 

Ein av høvuðsorsøkunum til lágu valluttøkuna millum útisetarnar, verður mett at vera pappírsarbeiðið sum krevst til at søkja um upptøku á vallistarnar. Politiska valdi segði seg vera sinnað at lætta um mannagongdirnar fyri tey lesandi, men Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, metir tað vera ráðiligari at lata valrættin upp í hendurnar á øllum útisetum, heldur enn at binda valrættin til lestrarvirkni.

 

- Spurningurin er, hvørt tað yvirhøvur loysir seg at fara undir arbeiði at gera tað lagaligari ella lættari fyri lesandi at varðveita sín valrætt. Eru tað einans serligir bólkar, sum skulu prógva sín valrætt sambært lóggávuni, verður tað av sær sjálvum ein fyrisitingarliga tung skipan – bæði fyri umsøkjara og málsviðgera, segði hann við Sosialin 29. mai.

 

Í norðurlendsku grannalondunum – undantikið Danmark – varðveita útisetarnir sín valrætt í eitt avmarkað tíðarskeið eftir fráflyting, uttan mun til teirra ørindi uttanlands. Tískil slepst undan hjá norðmonnum, svium, íslendingum og finnum at prógva sín lestrarvirkna fyri stjórn ella býráði. 

 

Greiða tey atkvøðuna á sendistovu ella konsulati uttanlands, er ikki neyðugt við pappírsarbeiði frammanundan, men bert at møta við samleikaprógvi í hond. Ynskja tey brævatkvøðu, ber í nógvum førum til at kunna avvarðandi myndugleikarnar um sín bústað í útlandinum, og síðani verða valkort útflýggjað útisetunum.

 

Einføld broyting

- Vórðu tey bæði orðini »vegna útbúgving« strikað úr §2a í vallógini, gjørdist tað beinanvegin nógv lættari fyri allar partar. Tá ið tað ber til at gera stórar broytingar á øðrum lóggávum innan stutta tíð, so átti tað ikki at verið nakar trupulleiki at broyta eina einfalda kunngerð sum hesa, sigur Jógvan Mørkøre.

 

- Eg trúgvi ikki, at ein broyting hevði broytt mandatbýtið hjá flokkunum, men tað hevði helst sett nýggj tema á politisku dagskránna. Fingu allir útisetarnir innivist í vallóggávuni, vórðu politikkararnir noyddir at taka størri atlit til veljaraskaran, sum sostatt varð sjónligari í politiska orðaskiftinum, sigur samfelagsfrøðingurin.