Á middegi høvdu 25,9 prosent av veljarunum atkvøtt á tjóðartingsvalinum í Fraklandi.
Tað upplýsir franska innanríkisráðið sambært blaðnum Le Parisien.
Tað er hægsta valluttøka fyrstu tímarnar av einum fronskum tjóðartingsvali síðani 1981, skrivar blaðið.
Tá høvdu 27,60 prosent atkvøtt klokkan 12.
Til samanberingar høvdu 18,43 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, greitt atkvøðu klokkan 12, tá seinasta tjóðartingsval var í Fraklandi í 2022.
Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, útskrivaði val, tá tað gjørdist greitt eftir ES vvalið 9. juni, at samgongan hjá honum fór at minka munandi.
Í Fraklandi er meirilutaval í einmannavaldømum, og franska tjóðartingsvalið fer fram í tveimum umførum.
Fyrra umfar er í dag. Her skulu veljararnir í hvørjum valdømi fyrst velja millum valevnini hjá øllum flokkunum.
Um eingin í einum ávísum øki fær minst helvtina av øllum atkvøðum, skulu veljararnir atkvøða aftur vikuna eftir í tí økinum.
Her er valevnisteigurin oftast minkaður til tey bæði valevnini, sum fingu flestar atkvøður í fyrra umfari.
/ritzau/