Valið stendur millum Símun og Suna

Hóskvøldið høvdu tey sjey umboðini, sum eru vald og afturvald í bygdaráðið í Nes kommunu, fund um skipan. Avtalað varð at hava nýggjan fund aftur í gjárkvøldið, har ætlanin var at skipað bygdaráðið endaliga

Skipan

Eftir fundin hjá nývalda bygdaráðnum í Nes kommunu hóskvøldið var ikki alment greitt, hvussu bygdaráðið fer at skipa seg.
Sosialurin royndi í gjáramorgunin at fáa orð á Súna í Hjøllum, sum varð fyrstvaldur og Símun Johannesen, sum við valið hesaferð hevði næst flestar atkvøður, men hetta eydnaðist ikki.
Vit hava tó skilt, at fundurin hóskvøldið var ikki endaligur, og bygdaráðið avgjørdi at hittast aftur til fundar fríggjakvøldið.
Ætlanin er, at nýggja bygdaráðið verður valt á almennum bygdaráðsfundi leygarkvøldið ella mánadagin.
Soleiðis, sum Sosialurin hevur skilt støðuna, bendir mangt á, at Símun Johannesen verður borgarstjóri og Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri.
Vit hava eisini skilt, at nývalda bygdaráðið ætlar at samstarva um val av nevndum og umboðum, har kommunan hevur umboð.

Stór útskifting

Súni í Hjøllum og Símun Johannesen eru teir einastu, sum eru eftir av gomlu "garduni" í Nes kommunu. Á valinum týsdagin fullu Haldur Vang og Jan Danielsen. Marjun Gaardbo, Katrin Poulsen og Eyðfinn Olsen lótu seg ikki stilla uppaftur.
Tríggir listar vóru til valið hesaferð. Almenni listin (listi A) fekk trý umboð; Súni í Hjøllum, sum varð fyrstvaldur við 60 atkvøðum, Símun Johannesen (53) og Petur J. Petursen (43). Listi B (Kvinnulistin) fekk tvey umboð; Helen H. Jacobsen (34) og Elin á Torkilsheyggi (32). Listi C fekk eisini tvey umboð; Petur í Túni (31) og Eyðfinn Johannesen (29), sum vann lutakastið við Mortan Højgaard, ið eisini hevði 29 atkvøður.
Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulistin, sum nú hevur fleiri ár á baki í Nes kommunu, hevur fingið tvey umboð.
Á seinasta vali varð Katrin Poulsen vald á kvinnulistanum, meðan Marjun Gaardbo, sum seinastu fýra árini hevur verið borgarstjóri, varð vald á almenna listanum.