Kekkia tók um vikuskiftið eitt stórt stig nærri ES, tá sosialdemokratiski flokkurin vann tjóðartingsvalið í landinum. Flokkurin fekk 30,2 prosent av atkvøðunum og fer ætlandi at skipa samgongu saman við teirri liberalu valsamgonguni, sum fekk 14,3 prosent. Teir báðir flokkarnir hava 101 av teimum 200 tingsess-unum.
Formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum, Vladimir Spidla, er heitur talsmaður fyri kekkiskum limaskapi í ES, og eygleiðarar halda, at hann fer at gera alt, sum gerast kann, fyri at sannføra Bruxelles um, at Kekkia er búgvið til limaskapin, og at kekkiska fólkið tekur undir við tí. Ein meiningakanning hevur eisini víst, at flestu kekkar vilja sleppa upp í ES.
Annars vænta kekkar ikki tær nógvu politisku broytingarnar, nú sosial-demokratarnir taka við.
Tað tykist tó hava skelkað nógv fólk í Kekkia, at tann gamli kommunistaflokkurin fekk næstan 20 prosent av atkvøunum á tjóðartingsvalinum.